“Ein nýggjur frískúli, sum leggur serligan dent á mál og frálæru í máli, verður eftir ætlan klárur at taka móti børnum komandi skúlaár,” segði útvarpið hjá Kringvarpi Føroya í tíðindunum tann 20/3.

“Skúlin skal vera minni enn vanligir skúlar, og skal taka støði í tørvinum hjá hvørjum einstøkum barni,” varð sagt.

“Dentur verður serliga lagdur á mál og frálæru í máli, tí tað er ofta har nógv børn hava trupulleikar, sigur Búi Tyril, stigtakari.”