Frískúlin Sólarljós bjóðar øllum næmingum í skúlaaldri kring landið vælkomnar at tekna seg til komandi skúlaár. Vit leggja høvuðsdent á mál og samskifti og at menna førleikar á hesum økjum, ið vit meta sum grundleggjandi fyri førleikar á mongum øðrum økjum.

Eisini næmingar sum hava avbjóðingar í skúlanum — t.d. eru lesiveikir ella orðblindir, hava talutrupulleikar, ella hava útlendska bakgrund — kunnu fáa góð úrslit við hjálp av eyka tíð til venjing og innlæring. Øll børn kunnu læra og hava nógv at geva og fáa.

Vit arbeiða í løtuni við at seta lærarar. Annars er at siga í stuttum um arbeiðsbólkin aftan fyri skúlan at vit hava við okkum Carol Bellard-Thomson, ið er fyrrverandi Director of Language Learning við University of Kent, UK, og hevur serkunnleika innan mál, málsliga innlæring og málsliga námsfrøði. Harafturat er samskifti við Jákup av Skarði, ið er fyrstilærari í Nólsoyar Skúla. Hansara drúgvu royndir og holla vitan eru sera viðkomandi í samband við fyrisitingarligar spurningar hjá okkum. Umframt at vera útbúgvin lærari við 25 ára starvsroyndum, hevur hann verið fyrstilærari seinastu 14 árini.

Vit hava eisini við í toyminum Mariu Olsen, sum er útbúgvin fotografur og sum, umframt at hava bachelor tilsvarandi útbúgving innan leiðsku, skjótt hevur lokið sernámsfrøðiliga útbúgving innan Karlstadmodellið og fer í næstum eisini at útbúgva seg innan Feuerstein metoduna. Karlstadmodellið er ikki minst áhugavert í at tað snýr seg um hvussu málið verður brúkt í praksis. Málslig menning er ikki bert týdningarmikil fyri børn við málsligum trupulleikum, men eisini fyri eitt nú næmingar ið hava fleiri mál ella av øðrum orsøkum hava tørv á eyka hjálp í eitt tíðarskeið. Feuerstein metodan snýr seg grundleggjandi um at eyðmerkja evnini hjá næminginum at læra, hvørjar kognitivar styrkir hann/hon hevur og hvat fyri serlig tilgongd ið krevst fyri at lata upp fyri veruligari framgongd fyri næmingin.

Harumframt hava vit í toyminum Jón R. Thorsteinsson, við serútbúgving og drúgvum royndum innan leiklist og undirvísing; hann er eisini royndur tónleikari og ikki minni kendur sum rithøvundur innan fagrar bókmentir. Somuleiðis hava vit tann bretska video e-learning útgevaran, filmsframleiðaran og verkfrøðingin David E. Hines, ið eisini hevur drúgvar royndir innan tøkniliga og vinnuliga menning. Og eisini er Búi Tyril við, ið hevur master útbúgving og drúgvar royndir innan samskifti og bachelor-samsvarandi útbúgving innan leiðslu, so væl sum royndir innan tónleik.

Samanrenningin millum bókmentir, myndlist, rím, rytmu, ljóð og tónleik er nakað sum fer at sermerkja týðandi partar av undirvísingini á Frískúlanum Sólarljós.

Vit taka støði í hvørjum einstøkum næmingi og hvar ið hann/hon er í sínari menning. Fokusbólkur verður tí skipaður fyri hvønn næming fyri at stimbra eitt nú málsliga og fakliga venjing gjøgnum ítøkiligar arbeiðsætlanir, har t.d. málnýtsla, orðfeingi og logikkur eru umfatað. Aftan á meting kemur arbeiðsætlanin at vísa á tørvin og menningina hjá næminginum; síðan seta vit mál og finna arbeiðshættir til tær ymisku lærugreinarnar, har ikki minst arbeitt verður við samskiftisførleikum. ĺ sambandi við málsliga undirvísing leggur skúlin dent á at brúka eitt nú sang, skjaldur og skaldskap sum amboð; eisini er ætlanin í sama høpi, í tann mun tað verður mett neyðugt og hóskiligt, at gera brúk av serligum ljóð-, hoyri-, talu- og lesivenjingum.

Umframt undirvísingartilfar sum vit kenna frá fólkaskúlanum, fara vit at brúka tilfar og mannagongdir frá Karlstadmodellinum og øðrum, t.d. tí heimskenda Orton-Gillingham arbeiðsháttinum, har nógv tilfar er tøkt til næmingar við dyspraksi og orðblindni.

Skúlin verður skipaður í smærri bólkar, og roknað verður við tilsamans umleið 15 næmingum tað fyrsta árið, og at talið á næmingum fer at vaksa sum frá líður. Eisini er ætlanin, í samstarvi við kommununa, at bjóða frítíðarvirksemi aftan á skúlatíð.

Frískúlin Sólarljós er undir stovnan. Skúlin fer at virka sambært løgtingslóg um frískúlar, og umleið 85% av virkseminum verður tí fíggjað av landinum og avvarðandi kommunu. Restin verður fíggjað umvegis skúlagjald.