Um felagið

Upplivir tú at títt barn ikki fær hóskandi undirvísing ella ikki lærir nóg nógv í skúlanum? Kennist tað tungt at fáa skúlan og/ella aðrar myndugleikar at skilja tær avbjóðingar sum gera seg galdandi fyri barnið? Tú telist millum mong onnur í Føroyum!

Vit vóru nøkur foreldur ið hittust seint í 2022 og tosaðu saman um hetta, og vit stovnaðu eitt felag fyri øll foreldur og avvarðandi at skúlanæmingum — Foreldrafelagið Sólarljós. Við hjálp av felagnum kunnu vit skipa okkum og standa sterkari við at arbeiða í felag fyri áhugamálunum hjá okkara børnum yvir fyri skúlanum umframt almennum myndugleikum og tænastuveitarum annars.

Brot úr viðtøkunum: “Endamál felagsins er at virka fyri betri skúlatilboðum sum heild í Føroyum. Harafturat er endamálið at ábyrgdarfult virka fyri at styrkja støðu og tala fyri rættindum teirra ið eru fyri vanbýti í skúlahøpi orsakað av heilsuligum, persónligum, sosialum ella øðrum avbjóðingum ið darva teirra innlæring ella skúlagongd.”

Hesi sita í nevnd felagsins:
Astrid Jacobsen
Alma á Lava
Rúna Midjord (skrivari)
Maria Olsen (kassameistari)
John Hendrik Poulsen
Búi Tyril (formaður) — tel. 229670
Set teg í samband við okkum umvegis teldupost: info@solarljos.org.