Innan Karlstadmodellið síggja vit kunnleika sum eitt úrslit av málsligari menning. Hetta merkir ikki minst at málbrúk er grundleggjandi, og stendur eisini í miðdeplinum fyri hvat ið Frískúlin Sólarljós fer at arbeiða eftir. ĺ hesum høpi er hartil greitt at sera týðandi stig í at nema sær kunnleika liggja í verbalisering — at seta orð á tey inntrykk næmingurin fær, so hann ella hon kann viðgera og skipa sínar hugsanir.

Professor Irene Johansson, stovnari av Karlstadmodellinum, spurdi okkum einaferð hvat eitt menniskja er. Jú, ofta verður sagt at eitt menniskja er eitt súgdjór av slagnum Homo sapiens. Men ST yvirlýsingin um mannarættindi hevur eina skilmarking sum sigur munandi meira: “Øll menniskju er fødd fræls og á jøvnum føti í virði og rættindum. Tey eru útgjørd við skili og samvitsku og eiga at bera seg at hvør móti øðrum í einum anda av felagsskapi.”

ĺ fornari tíð varð menniskjan allýst sum verandi samansett av trimum pørtum: kensla (dirvi), tráan (mátahald) og skil (vísdómur). Men allir hesir eginleikar vístu einans til frælsar menn (trælir og konufólk vóru ikki við). Undir 1700-1800 árunum søgdu summir kendir filosofar at skilið hjá kvinnum er øðrvísi enn tað hjá monnum “eins og plantur eru øðrvísi enn djór” (Hegel), meðan Schopenhauer meinti at “Kvinnur kunnu uppnáa eitt ógvuliga avmarkað slag av skili og verða tískil verandi gjøgnum lívið sum stór børn.” Kunnu søguligar ‘røddir’ sum hesar hava ávirkað dagsins samfelagsligu fatan av børnum við serligum tørvi?

Á Frískúlanum Sólarljós leggja vit okkum eftir einum vónarríkum hugtaki, eisini fyri teir næmingar ið kunnu hava tørv á eyka stuðli fyri at læra og nema sær kunnleika. Hetta inniber ikki minst at leggja seg eftir positivari frálæru — við at síggja burtur frá avmarkandi vanahugsan, fáa vit mátt til at kenna at broyting er møgulig. Og tað kann geva børnunum nýggjan íblástur.

Alt hetta merkir at børnini í praksis verða stuðlað og staðfest í sínum hugsanum og avgerðum. Tað hendir gjøgnum at umgevilsini, also vit á Frískúlanum Sólarljós, virka fyri at styrkja motivatiónina og sjálvsálitið hjá næmingunum. Og tá vit leggja dent á og trúgva og arbeiða útfrá at broyting er møgulig og gera ymiskt í felag, so uppbyggja vit eisini eina felags “vit” kenslu — tað er bæði spennandi og stuttligt at nema sær kunnleika.

Vit gerast eisini varug við barnsins nýggju møguleikar umvegis eina einstaklingaliga menningarætlan fyri hvønn næming, har vit saman við foreldrum ella øðrum sum eru um barnið útgreina hvar ið næmingurin er í løtuni og hvat ið næmingurin kann uppnáa undir einum tíðarskeiði, upp á styttri og longri sikt. Okkara næmingar og framtíðarinnar børn skulu læra at leikstjórna sínum egna lívi og fáa eina innari spegilsmynd ið ger tey før fyri at ávirka avgerðir og taka virkið lut í samfelagnum.

— Maria Olsen, ein av stigtakarunum til Frískúlan Sólarljós.