‘Problembørn’: Eiga foreldur at næmingum við avbjóðingum at fáa løn fyri at hjálpa myndugleikum at gera sítt arbeiði?

Hví hava vit so mong ‘problembørn’? Skúlanæmingar við serligum avbjóðingum eru eftir øllum at døma vaksandi í tali. Kanska ber til at fáa kvalificeraðar metingar av hvussu nógvir hesir næmingar eru í Føroyum, men lat okkum fyribils siga at teir sannlíkt telja tilsamans onkustaðni millum 375 og 750, sig eini 500 næmingar, um vit rokna …

Kunning um Foreldrafelagið Sólarljós og hvat felagið vil virka fyri er latin Landsstýrinum

Fylgjandi kunning er latin Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum. Ein bólkur av foreldrum hevur tikið stig til at stovna Foreldrafelagið Sólarljós við endamáli “at virka fyri betri skúlatilboðum sum heild í Føroyum” og at “ábyrgdarfult virka fyri at styrkja støðu og tala fyri rættindum teirra ið eru fyri vanbýti í skúlahøpi orsakað …

Vælkomin til Foreldrafelagið Sólarljós!

Við Foreldrafelagnum Sólarljós kunnu vit hjálpa og stuðla hvørjum øðrum at lætta um fyri børnini og okkum sjálv — í skúlahøpi og frítíðini, eisini eitt nú í mun til myndugleikar, heilsu- og almannaverk, felagsskapir og annað. ĺ Foreldrafelagnum Sólarljós fara vit at arbeiða miðvíst við at vísa á ítøkiligar avbjóðingar men eisini at vísa til …